- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari at sigla um Nólsoyarfjørð
Bíligari at sigla um Nólsoyarfjørð
Í staðin fyri ein ferðaseðil aftur og fram, sum nú kostar 45 krónur, skal ferðaseðil fyri 20 krónur keypast hvønn vegin

06.06.2014 - 08:14
Tá Ternan fer aftur í Nólsoyarfjørð at sigla, og tað verður longu í morgin, verður bíligari at sigla millum Nólsoynna og Havnina, upplýsir Strandferðslan.
Í staðin fyri ein ferðaseðil aftur og fram, sum nú kostar 45 krónur, skal ferðaseðil fyri 20 krónur keypast hvønn vegin.
Avslátturin til børn, pensjónistar og lesandi heldur fram.
Og verandi mánaðarkort kunnu brúkast, til tíðarskeiðið á kortunum er runnið. 10-túrakortini kunnu eisini brúkast, til uppi er, stendur á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























