- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin farin á kreppufund

Tað prutlar av álvara undir lokinum í Sambandsflokkinum, og alsamt fleiri vilja nú hava eykalandsfund fyri at fáa greiðu á, hvussu sterkur ella veikur Kaj Leo Holm Johannesen stendur sum formaður floksins.

Misnøgdin er stór við hansara handfaring av tollmálinum, og at hann ikki hevur virt støðuna hjá tingbólkinum í flokkinum um landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Fyri einum hálvum tíma síðani fór flokkurin á kreppufund, har ónøgdin við formannin og hansara kós er á dagsskrá. Fundurin er á Gamla Apoteki, har landsstýris- og tingmanningin eru við - og sjálvandi løgmaður og formaður floksins eisini.

Alsamt fleiri í flokkinum siga nú - tó at tey ikki vilja standa opið fram enn - at flokkurin má loysa trupulleikan við formanninum, áðrenn val verður útskrivað. Og tað verður eisini nevnt, at Bárður Nielsen hevur vaksandi undirtøku fyri at taka formanssessin frá Kaj Leo Holm Johannesen.

Álvarslig støða

Lokalfeløgini eru misnøgd um, at sitandi formaður ikki hevur virt støðuna hjá tingbólkinum í tollmálinum og trupulleikanum við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og hetta er sera álvarslig støða, segði Eivin Jacobsen, tingmaður við útvarpið í gjárkvøldið.

Eisini Reimund Langgaard, Helgi Abrahamsen og Bárður Nielsen hava víst sína misnøgd um avgerðina hjá løgmanni um at lata Jørgen Niclasen verða sitandi sum landsstýrismann.

Jóna Mortensen, tingkvinna í Sambandsflokkinum, hevur ongar viðmerkingar til málið. Ikki annað enn at hon hevur álit á, at Kaj Leo Holm Johannesen ger tað besta fyri Sambandsflokkin, samgonguna og Føroya Land.

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið hini tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, Rósu Samuelsen, Edvu Jacobsen og Alfred Olsen, sum eisini er formaður í tingbólkinum.