Umvent útboð í Kollafirði

Umvent útboð í Kollafirði
Byggisamtyktin góðkend og dagstovnur kann byggjast við Botnánna
14 milliónir krónur eru settar av í ár til dagstovn í Kollafirði
 
26.06.2014 - 11:38

Tórshavnar býráð fer nú at bjóða út arbeiðið at byggja dagstovn í Kollafirði.

Landsstýrið hevur góðkent byggisamtyktina fyri økið við Botnánna í Kollafirði, har sum dagstovnurin skal byggjast.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at játta eina millión krónur til at fyrireika arbeiðið og bjóða tað út í umvendari lisitasjón.

Tá ein lisitasjón er umvend er kostnaðurin, fermetraprísurin, fastur. Og so siga byggifeløgini, sum bjóða, hvat tey kunnu lata fyri tann prísin.  

Í íløguætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2014 eru 14 milliónir krónur til dagstovnin í Kollafirði. 

Frammanundan er játtað hálv onnur millión millum annað til at keypa grundstykki.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858