Serfrøði um húsagang brúkast móti Eik

Serfrøði um húsagang brúkast móti Eik
Landsrætturin eftirlýsti einari meting frá serkønum í bankahúsagangi, tá Eik Banki varð frídømdur fyri skeiva ráðgeving um Lehman Brothers.
Tey, sum halda, at Eik átti at ávarað tey móti tryggu virðisbrøvunum í kollsiglda bankanum Lehman Brothres. hava ikki mist vónina um at vinna í rættinum
 
07.07.2014 - 12:27

Møguleikin at fara í Hægstarætt við ráðgevingini, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka hálvan juli í 2008, um tryggu virðisbrøvini hjá amerikanska bankanum Lehman Brothers, verður framvegis kannaður. 

Hin møguleikin er at royna málini, sum líkjast tí hjá Poul Michelsen, í Føroya rætti.

Nakrar av teimum tíggju stevningunum, sum Føroya rættur hevur fingið, eru eisini um ráðgeving hjá Eik Banka.

Viðmerking í dómin 

Ein viðmerking í dóminum hjá Eystari landsrætti gevur teimum, sum stevndu, eina vón. 

Í Føroya rætti segði Sigurð Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, at í juli 2008 vóru ávaringartekin um, at Lehman Brothers kundu fara á heysin.  

Men tað er ikki nóg mikið, sigur Landsrætturin, til at kunnu staðfesta, at ráðgevingin hjá Eik Banka var skeiv, tí Lehman Brothers fóru á heysin tveir mánaðir seinni.  

Eingin onnur serfrøði í bankamálum, sum kundi mett um møguleikar fyri bankahúsaganginum, varð spurd í rættinum, sigur Eystari Landsrættur í sínum dómi.

Royna kanska aftur

Og tað eru júst hesi orðini, sum fær advokatin hjá teimum, sum stevndu Eik, Brand Ellingsgaard, at venda møguleikanum at halda fram og fáa bankaserfrøðina, sum Landsrætturin eftirlýsti, í rættarsalin. 

Landsrætturin sigur í dómi sínum, at: 

"Efter oplysningerne om Lehman Brothers’ kreditrating på dette tidspunkt (tað er í juli 2008) er det ikke alene ved Sigurd Poulsens forklaring for Færøernes Ret om advarselssignaler, uden at der er indhentet en udtalelse fra f.eks. en brancheorganisation om rådgivning om mulighederne for en banks konkurs, godtgjort, at Suni Justinussen (ráðgevin hjá Eik Banka) ydede en mangelfuld rådgivning ved ikke at oplyse om muligheden for, at Lehman Brothers kunne gå konkurs og den deraf følgende risiko for investeringen i bankproduktet." 

Eystari landsrættur frídømdi Eik Banka fyri at hava givið Poul Michelsen skeiva ráðgeving.

Í Føroya rætti fekk Poul Michelsen viðhald.

Fyri at sleppa í Hægstarætt við einum sakarmáli, skal søkjast um loyvi frá einari serligari nevnd, sum kallast Procesbevillingsnævnet.        

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Mikudag 16. juli
Vit nerta við vaksin og skermar
194561
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514