Biskupur kennir seg einsamallan

Biskupur kennir seg einsamallan
Við bara einum valdmiklum biskupi er fólkakirkjan ov veik fólkaræðisliga. Tað heldur Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Biskupsgarður er bústaður hjá Føroya einasta biskupi. Um skamma stund verður hann sjálvur kanska sjálvur annar.
 
07.07.2014 - 13:02

Tað er ein demokratiskur veikleiki fyri fólkakirkjuna, at biskupur einsamallur tekur allar avgerðir í kirkjuligum spurningum.

Tað heldur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Hann mælir til at endurskoða skipanina. Ein loysn er at seta ein biskup afturat sitandi biskupi.

Greitt er, at ein ítøkilig uppgerð við galdandi leiðslubygnað í fólkakirkjuni longu er ávegis. Uppskot um uppgerðina verða snikkað saman í biskupsgarði.

- Eg arbeiði av álvara við at fáa ein biskup afturat, ella at dómpróvsturin gevst sum dómpróvstur og verður biskupur nummar tvey, sigur Jógvan Fríðriksson við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744