Suarez til Barcelona

Suarez til Barcelona
Liverpool váttar í dag, at áleyparin frá Uruguay skiftir til spanska stórfelagið
 
11.07.2014 - 12:43

Luis Suarez hevur verið nógv at sæð og hoyrt í summar. Fyrst var tað fyri tey bæði málini, hann gjørdi, tá Uruguay søkti Onglandi í HM-endaspælinum. Síðani var tað fyri at bíta italska verjuleikaran Giorgio Chiellini í økslina.

Í dag er Luis Suarez aftur í yvirskriftunum. Hesaferð tí Liverpool í dag boðar frá, at vandamikli áleyparin skiftir til Barcelona. Endaligu smálutirnir í avtaluni eru ikki komnir upp á pláss enn, men enska felagið váttar, at Suarez skiftir enskan fótbólt út við spanskan eftir summarsteðgin.

Tað verður tó rúm tíð, áðrenn Barcelona kann fáa gleði av Suarez. Hann hevur nevniliga fingið fýra mánaða bann frá øllum, sum hevur við fótbólt at gera, eftir at hann beit Chiellini HM-endaspælinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523