Avstralia strikar CO2-avgjaldið

Avstralia strikar CO2-avgjaldið
 
17.07.2014 - 11:25

Avstralia verður fyrsta land, sum strikar CO2-avgjaldið.

Meiriluti í senatinum hevur samtykt at strika avgjaldið, sum avstralskir politikkarar hava kjakast um í fleiri ár. 39 limir í senatinum atkvøddu fyri og 32 í móti.

Avgerðin ávirkar umleið 350 fyritøkur í Avstralia.

Brúkarin fær rokningina

Tey, sum hava havt mest CO2-útlát, hava rindað 24 avstralskir dollarar fyri tonsið útlátnum kolevni. Endamálið við avgjaldinum var at gera fyritøkurnar umhvørvisvinarligari.

Avstralska stjórnin hjá Tony Abbott, forsætisráðharra, hevur stríðst fyri at strika avgjaldið, tí tað er brúkarin í síðsta enda, ið skal rinda rokningina.

Tony Abbott sigur, at verður avgjaldið strikað, spara avstralsku húsarhaldini 550 dollarar um árið, og tað er góð tíðindi fyri avstralskar familjur og smærri fyritøkur í landinum.

Avstralia verður útskot

Men ikki øll eru fegin. Leiðarin fyri Grøna Flokkinum, Christine Milne, sigur, at Avstralia verður nú útskot (paria) í altjóða høpi.

Bill Shorten úr Labour-flokkinum sigur, at avgerðin er pínlig fyri landið: - Tony Abbott skumpar Avstrala aftureftir, meðan allur heimurin fer seg frameftir.

Avstralia er millum heimsins lond við mesta CO2-útlát fyri hvørt fólkið, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Serfrøðingurin: At bjálva hús
208868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Fólkafundur undir brúnni
208782