Stórt verkfall var á gáttini ólavsøkumorgun

Stórt verkfall var á gáttini ólavsøkumorgun
Arbeiðarafeløgini høvdu boðað frá samhugaverkfalli fyri at hjálpa manningarfeløgunum móti Asbjørn Senior
Samanhaldið hjá fakfeløgunum var avgerandi, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
 
31.07.2014 - 07:33

Fýra arbeiðarafeløg vóru til reiðar at fara í samhugaverkfall við manningarfeløgunum klokkan átta um morgunin ólavsøkudag.

Tað kunngjørdi Føroya Arbeiðarafelag í gjár.

Limir í teimum fýra feløgunum, tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, høvdu fingið boð um at leggja niður alt arbeiði, sum beinleiðis hevði samband við flutningskipið Asbjørn Senior.
Tað er at landa skipið, flyta fisk frá skipinum, bunkra tað og flyta tí proviant.

Feløgini kannaðu eisini, um til bar at víðka samhugaverkfallið til eisini at umfata virkini, sum taka fiskin frá Asbjørn Senior. 

Ikki brúk fyri verkfallinum

Samhugaverkfallið varð tó av ongum, tí ólavsøkuaftan gjørdu reiðaríið hjá Asbjørn Senior og manningarfeløgini avtalu um manningina á Asbjørn Senior.

Manningarfeløgini lýstu mynstringarbann og stongsul móti Asbjørn Senior, tí skipið var farið í vinnu sum flutningsskip uttan at hava nakra avtalu við manningarfeløgini. 

Tey fýra arbeiðarafeløgini í Samtaki, har sum Fiskimannafelagið eisini er limur, sendu Føroya Arbeiðsgevarafelag fráboðan um, at tey ólavsøkumorgun klokkan átta løgdu niður alt arbeiði, sum hevði beinleiðis við Asbjørn Senior at gera. 

Hóast manningarfeløgini lýstu mynstringarbannið týsmorgunin í seinastu viku, bar ikki til hjá arbeiðarafeløgunum at fara í samhugaverkfall samstundis, tí tey hava nú eina fráboðanarskyldu í sáttmálanum við arbeiðsgevararnar.

Samanhald avgerandi

- Málið prógvar bara enn eina ferð, hvussu týdningarmikið samanhald er fyri alla fakfelagsrørsluna. 

Tað er alneyðugt, um stríðsstig skulu virka, at øll fakfeløgini standa sum ein maður. 

Vit ivaðust onga løtu í at stuðla, og eg eri vísur í, at manningarfeløgini gera tað sama, tá vit eina aðru ferð kanska hava brúk fyri teirra stuðli, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114