715 næmingar fyrstu ferð í skúla

715 næmingar fyrstu ferð í skúla
Í nýggja skúlaárinum vera tilsamans 7024 næmingar
Í nýggja skúlaárinum vera tilsamans 7024 næmingar
 
14.08.2014 - 08:42

Mánadagurin er fyrsti skúladagur hjá 715 børnum.

Tað eru 18 fleiri enn tey, sum fóru í fyrsta flokk í fjør.

Sambært tølunum, sum Skúlablaðið hevur, fóru nógv fleiri næmingar í fyrsta flokk árini 2012, tá 750 fóru í skúla. Í 2011 vóru 749 í fyrsta flokki og 740 í 2010.

Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík fær hálvthundrað børn í fyrsta flokk mánadagin. Í 13 skúlum vera færri enn tíggju børn í fyrsta flokki í hesum skúlaárinum.  30 børn fara í fyrsta flokk í frískúlunum. 

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, vera 7024 næmingar, 178 ganga í frískúla, skrivar Skúlablaðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985