- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíðin av: Soleiðis kemur tú í gongd aftur
Skiftið frá summarferiu til arbeiðsdag kann kennast stríggið. Ikki minst tá tú byrjar aftur og sært, at nógvar arbeiðsuppgávur bíða eftir tær, tá summarfrítíðin er liðug og arbeiðsdagurin byrjar aftur.
- Tað kann kennast ógvuliga strævið at byrja aftur aftaná summarfrítíðina. Hóast nógvar arbeiðsuppgávur bíða, er tað umráðandi, at tú byrjar spakuliga aftur, sigur Dorthe Rindbo, serfrøðingur í persónligari ráðlegging, við lederweb.dk
Her eru ráðini hjá Dorthe Rindbo til tín, ið annaðhvørt júst er byrjaður aftur aftaná summarferiuna, og til tín, ið skal byrja aftur í næstum.
1. Bílegg tína næstu feriu
Longu áðrenn tín feria endar, skalt tú biða um nakrar frídagar. Tað nýtist ikki at vera fleiri vikur - eitt langt vikuskifti er eisini nóg mikið. Tað mest umráðandi er, at tú hevur nakrar frídagar, tú kanst gleða teg til, tá tú byrjar aftur.
2. Byrja aftur ein mikudag
Flestu fólk byrja at arbeiða aftur mánadag, aftaná feriu, men hetta er kanska ikki besta hugskotið. Byrja aftur ein mikudag, so fyrsta vikan ikki kennist so drúgv. Lat tær truplu og tungu arbeiðsuppgávurnar bíða nakrar dagar, um tað ber til, so tú fært eina lætta byrjan.
3. Viðurkenn at tú ert afturúr
Um nógvar arbeiðsuppgávur hava hópað seg saman, meðan tú vart burtur, er skjótt at nógv liggur á láni, tá tú byrjar aftur. Hetta er í lagi, og minst til, at tað helst ikki gongur so long tíð, áðrenn arbeiðsbyrðan er vanlig aftur.
4. Set sjálvvirkandi svar á teldupostin
Tú kanst seta sjálvvirkandi svar á teldupostin, eisini tá tú ert komin aftur úr feriu. Í boðunum kanst tú boða frá, at tú júst ert komin aftur úr summarfrí, og at tú svarar teldupostum skjótast gjørligt. Um tað hevur skund, kunnu fólk heldur ringja til tín.
5. Brúka fyrsta arbeiðsdagin sjálv/ur
Brúka tann fyrsta arbeiðsdagin eftir feriuna til at fáa yvirlit. Gev tær stundir at tosa við starvsfelagar, men royn og slepp undan fundum. Brúka heldur fyrsta arbeiðsdagin at fáa slætt borð og yvirlit.
6. Ikki arbeiða yvir
Tað kann vera freistandi at arbeiða yvir fyrstu dagarnar aftaná feriuna, fyri at fáa slætt borð, men tað er ikki eitt gott hugskot. Lat arbeiðsdagarnar vera vanligar ella styttri enn vanligt, so tað ikki er so stríggið at byrja aftur. Í longdini lønar tað seg.