Fleiri barnaverndarmál sammett við 2012

Fleiri barnaverndarmál sammett við 2012
Við árslok 2013 vóru 864 barnaverndarmál skrásett fyri Føroyar í hagtalsskipanini hjá Barnaverndarstovu Føroya. Í 2012 vórðu 846 mál skrásett
Í 2013 vórðu 864 barnaverndarmál skrásett í Føroyum. Í 2012 skrásetti Barnaverndarstova Føroya 846 mál
 
26.08.2014 - 07:12

Barnaverndarmál eru ymisk, og kunnu snúgva seg um einfalda ráðgeving, men eisini um børn, sum verða sett heiman móti viljanum hjá foreldunum, sokallað umsorganaryvirtøka uttan samtykki.

Tí ber illa til at samanbera støðuna í ymsu barnaverndartænastunum, tí talið eitt einstakt ár í sjálvum sær sigur ikki so nógv um støðuna, stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2013.

Tak niður frágreiðingina her: Hagtalsfrágreiðingin fyri 2013 hjá Barnaverndarstovu Føroya (letur upp í nýggjum kaga)

Sum frálíður fara hagtølini at vísa, um talið á barnaverndarmálum broytist, og um fyrsiskipanirnar, sum barnaverndartænasturnar seta í verk, tæna endamálinum, verður sagt.

Sama familja kann verða skrásett fleiri ferðir

Hagtalsskrásetingin er skipað soleiðis, at hvørt barnið sær er skrásett sum eitt mál. Tað merkir, at sama familja kann vera skrásett sum fleiri barnaverndarmál í skipanini, um stuðul verður veittur fleiri børnum í somu familju.

Undanfarin ár hevur verið galdandi, at børn kundu halda fram í skipanini, eftir at tey vóru fylt 18 ár, um serligar umstøður talaðu fyri tí. Tó kundu tey í mesta lagi halda fram í barnaverndartænastuni til 21 ára føðingardagin.

Aldursmarkið varð í 2012 hækkað til 23 ár. Henda broyting sæst aftur í frágreiðingini fyri 2013 og hevur við sær, at fyrivarni skal takast, um samanborið verður við frágreiðingar fyri undanfarin ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
EM-tíðindi 18. januar 2026
202849
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738