ABBA endurreist við nýggjari fløgu

ABBA endurreist við nýggjari fløgu
Um tríggjar vikur kemur nýggj fløga í handlarnar við svenska bólkinum ABBA, ið annars takkaði fyri seg innan tónleikin í 1982
29. september kemur nýggja fløgan "ABBA Live at Wembley Arena" í handlarnar. Upptøkurnar á fløguni vórðu gjørdar í London í 1979

09.09.2014 - 09:07

Tey hava longu sagt "Thank You For The Music" og hava ikki spælt saman í 32 ár -  tey fýra, Agnetha, Anni-Frid, Björn og Benny í ABBA.

Kortini er ein nýggj fløga við svenska bólkinum nú á veg í handlarnar. 29. september kemur "ABBA Live at Wembley Arena" á marknaðin.

Svenski tónleikabólkurin, ABBA, hevði fylt Wembley Arena í London fimm kvøld á rað, tá upptøkurnar við tónleikinum til nýggju fløguna vórðu gjørdar

Upptøkur frá 1979

Upptøkurnar til nýggju fløguna vórðu gjørdar leygarkvøldið 10. november í 1979, og nú - 35 ár seinni - eru upptøkurnar gjørdar lidnar og klárar til útgávu.

- Tónleikurin ljóðar júst sum hann gjørdi tað kvøldið í 1979, og eg eri bilsin yvir, hvussu gott tað ljóðar, sigur Benny Andersson við danska blaðið, BT.

Tað er sonur Benny Andersson, Ludvig Andersson, ið hevur lurtað eftir eftir øllum konsertupptøkunum frá 70-unum. Tað er eisini sonurin, ið stendur fyri nýggju útgávuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 14-16
209033
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør menn
209031
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 14-16
209029
Leygardag 30. mai
Kappróður: Norðoyastevnan 2026
209027
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013