Spyr um útslúsing á psykiatriska deplinum

Spyr um útslúsing á psykiatriska deplinum
Rigmor Dam, løgtingskvinna, vil hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, hvussu gongst at flyta tey 15 búfólkini á psykiatriska deplinum
 
16.09.2014 - 09:34

Tey 15 búfólkini á psykiatriska deplinum skulu flyta til aðrar bústaðir. 

Rigmor Dam hevur sett Anniku Olsen grein 52 spurning. Hon spyr, hvar tey skulu búgva, og um tað í øllum førum verður talan um tilboð við skikkaðum starvsfólk, sum kennir til avbjóðingarnar og umstøðurnar hjá hesum fólkum. Rigmor Dam spyr, um fólk eisini í framtíðini fara at búgva á psykiatriska deplinum. 

Rigmor Dam sigur, at sum skilst, er ikki vist, at øll búfólkini sleppa at flyta í nýggja sambýlið Eystan Heyg í Havn, sum upprunaliga varð ætlað hesum bólki, og tí varð normerað til 16 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328