500 hava fingið hjálp í Beranum

500 hava fingið hjálp í Beranum
Eini 500 børn, ung og vaksin hava higartil gingið í sjálvhjálparbólkinum hjá Beranum. Seinna hálvár í 2013 fekk Berin 212 áheitanir.
 
28.09.2014 - 14:12

Eini 500 børn, ung og vaksin úr øllum landinum hava higartil gingið í sjálvhjálparbólkinum hjá Beranum, og seinna hálvár í 2013 fekk Berin 212 áheitanir.

Tað vísa hagtøl, sum Berin hevur latið Almannamálaráðnum fyri seinna hálvár 2013. 

Síðan 2013 skulu øll feløg, sum fáa stuðul frá Almannamálaráðnum, lata hagtøl inn um sítt virksemi. 

Berin var stovnaður í 2002, og er felagsskapur, ið veitir børnum og ungum, sum hava mist foreldur ella systkin við deyða, eitt stað, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. 

Og Berin hevur fingið almannan stuðul frá Almannamálaráðnum síðani 2007. 

Samrøðubólkar

Tølini vísa eisini, at av teimum 212 áheitanum er tað í 45 førum talan um, at viðkomandi vendir sær til felagið fyri fyrstu ferð. 

Nógv flestu áheitanirnar eru afturvendandi um sama mál. 

Hetta endurspeglar virksemið hjá Beranum, tí tá barnið setur seg í samband við Beran, verður farið undir eina tilgongd við samrøðum, og nógv samskifti er partanna millum í tilgongdini. 

Tað eru fleiri gentur enn dreingir, ið seta seg í samband við Beran, ávikavist 111 og 81, og so at siga øll, sum seta seg í samband við Beran, eru undir 18 ár. 

Hetta samsvarar eisini væl við endamálið hjá felagnum, sum er at veita børnum og ungum, sum hava mist, eitt stað at práta við javnlík. 

Vaksin fáa eisini hjálp

Tó eru eisini vaksin, sum venda sær til Beran at fáa hjálp. 

Í frágreiðingini stendur, at tá ið Berin bleiv stovnaður, varð sjálvhjálparbólkurin fyrst og fremst ætlaður børnum pg ungum í skúla aldri, men við tíðini hevur aldurmarkið fyri at verða við í bólki flutt seg. 

T.d hava fleiri bólkar verið við ungum í aldrinum 16 ár til fyrst í 20´unum. 

Og nakrir bólkar hava eisini verið fyri vaksin, sum hava mist sum børn ella ung.

AMR stuðlar 

Berin var stovnaður í 2002, men fekk ikki almennan stuðul fyrr enn í 2007. 

Í 2013 var játtanin til Beran 100.000 krónur, og haraftrat rinda fólk eitt sindur fyri at luttaka í sjálvhjálparbólki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928