Erik Ninn-Hansen er deyður, 92 ára gamal

Erik Ninn-Hansen er deyður, 92 ára gamal
Hann var løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Schluter, men hann og stjórnin løgdu frá sær í 1993, tí Tamilmálið varð umsitið ólógliga
Mynd: dr.dk  
 
30.09.2014 - 08:30

Erik Ninn-Hansen var løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Schluter, men hann og stjórnin løgdu frá sær í 1993, tá frágreiðingin um Tamilmálið avdúkaði, at tað var umsitið ólógliga.

Tamilar høvdu fingið noktað familju-samanføring, hóast lógin gav teimum rætt til tað, og tað var Erik Ninn Hansen, ið hevði ábyrgdina.

Hann legði frá sær sum løgmálaráðharri í 1989 og var formaður í Fólkatinginum eitt skifti, til tað var greitt, at Fólkatingið ikki longur hevði álit á honum.

Ríkisrættarsak móti Ninn-Hansen

Útlendingalógina við reglunum um familju-samanføring høvdu andstøðuflokkarnir fingið samtykt uttan um borgarligu stjórnina, og Erik Ninn-Hansen var harðliga ímóti henni.

Eftir Tamilfrágreiðingina varð ríkisrættarmál reist ímóti Erik Ninn Hasen, sum endaði við, at hann í 1995 fekk tríggjar mánaða treytað fongsul fyri at hava brotið lógina um ráðharraábyrgd.

Tað var fyrstu ferð í 80 ár, at dømt var í einum ríkisrættarmáli í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306