- Tíðindi, mentan og ítróttur
Messi ákærdur
Messi ákærdur
Argentinska stjørnan Lionel Messi skal fyri ein spanskan dómstól, ákærdur fyri skattasvik.

04.10.2014 - 09:48
Ein dómari hevur víst aftur eitt tilmæli frá verjanum hjá Lionel Messi um at sleppa ákærunum, tí tað er pápi Leonel Messi, ið hevur havt ábyrgdina av fíggjar-viðurskiftunum hjá soninum
Lionel Messi og pápi hansara, Jorge, skulu hava snýtt skattamyndugleikarnar fyri umleið 30 milliónir krónur í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2009.
Feðgarnir hava víst aftur, at teir hava gjørt nakað ólógligt, og hava nú fimm dagar at kæra rættaravgerðina, sum sigur, at ákæra skal reisast um skattasvik.
Óskattaðu inntøkurnar skulu stava frá sponsoravtalum við ymisk vørumerki, verður sagt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























