3349 fólk deyð av ebola

3349 fólk deyð av ebola
Um ikki meir verður gjørt við at basa ebola, verða millum hálv og hálvonnur millión fólk í Vesturafrika smittað, ávara amerikanskir serfrøðingar.
 
04.10.2014 - 10:09

Minst 3.439 fólk eru higatil deyð av ebola, boðar heimsheilsufelagskapurin WHO frá.

Síðan 1. oktober hevur WHO skrásett 7.492 fólk, sum er smittað av ebola. Sjúkan ger serliga um seg í vesturafrikonsku londunum Liberia, Sierra Leona og Guinea.

Neyðhjálparfelagskapurin Red Barnet ávarar um, at fimm persónar verða smittaðir við ebola hvønn tíma í Sierra Leona.

WHO óttast, at út við 20.000 fólk verða smittað av ebola í november.

Amerikanskir serfrøðingar eru tó munandi meir óttafullir. Um ikki meir verður gjørt við at basa sjúkuna, verða millum 550.000 og 1,4 millión fólk í Vesturafrika smittað í januar, ávarar Center for Disease Control and Prevention í einari frágreiðing, sum var almannakunngjørd týsdagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793