- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingaskip til Hovs
Víkingaskip til Hovs
Hovbingar kanna møguleikarnar at byggja eitt føroyskt víkingaskip

04.10.2014 - 12:47
Hovsbygd hevur ríka víkingasøgu, og hovbingar hava skipað fyri Víkingadøgum tvey tey seinastu árini.
- Eitt víkingaskip hoyrir heima í tí høpinum, sigur Finnbjørn Hovskarð, sum er ein av stigtakarunum til at stovna eitt felag, sum skal standa fyri ætlanini at byggja eitt víkingaskip.
Tað verður nú kannað, hvat tað kostar at byggja eitt víkingaskip. Væntandi liggur prísurin omanfyri tvær milliónir krónur.
Tað er greitt, at víkingaskipið verður ikki liðugt til Víkingadagarnar komandi ár. Men tá ætla hovbingar at leiga víkingaskipið Helgi Ask úr Danmark til Víkingadagarnar 2015.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























