Finst at síni egnu samgonu

Finst at síni egnu samgonu
Bárður á Steig Nielsen er ónøgdur við, at semja ikki enn er um fiskivinnunýskipanina.
Mynd: Hallur E. Thomsen  
 
07.10.2014 - 20:01

Bárður á Steig Nielsen fanst í dag hvassliga at síni egnu samgongu, at hon ikki enn var samd um fiskivinnu-nýskipanina, sum skal koma í gildi í 2018.

Tað var undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum í Løgtinginum fyrrapartin, at formaðurin í Fíggjarnevndini minti samgonguna á, at góð trý ár eru eftir til 1. januar 2018, tá nýskipanin skal koma í gildi - og bert eitt gott ár er eftir av hesum valskeiðnum.

- Skulu vit hava eina loysn klára innan trý ár, mugu vit taka okkum saman og avgreiða málið, helst í hesum valskeiðnum - og saman við andstøðuni, segði Bárður á Steig Nielsen.

Verandi skipan skal ikki halda fram eftir 1. januar 2018, tí onnur eiga at sleppa fram at tilfeinginum og teimum virðum, har eru, segði formaðurin í Fíggjarnevndini.

Situr onkur við einum góðum hugskoti, má viðkomandi sleppa fram at og fáa seg royndan, og tað er sera trupult í dag, tí rættindini eru á fáum hondum, segði Bárður Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133