Næstan bara menn eiga hálva millión eftir skatt

Næstan bara menn eiga hálva millión eftir skatt
Tøl frá fólkteljingini í 2011 vátta, at inntøkurnar hjá monnum eru størri enn hjá kvinnum
Fólk vórðu spurd um tøka inntøku í fólkateljingini 11.november í 2011.
 
17.10.2014 - 07:59

Inntøkurnar hjá monnum eru størri enn inntøkurnar hjá kvinnum í Føroyum.

Sambært fólkateljingini í 2011 hevði triði hvør maður, 32 prosent, sum bara hevur gingið í skúla í minni enn eitt ár eftir fólkaskúlan, meira enn 200.000 kr. í tøkari inntøku um árið. Teir eiga meira enn 200.000 krónur eftir, tá skatturin er goldin. 

Hjá kvinnunum er talið bara seks prosent.

Meira enn hálva millión eftir

Tølini frá fólkateljingini, sum Hagstova kunnger á sínari heimasíðu, vísa eisini, at 80 prosent av monnunum, sum hava hægstu útbúgving, hava meira enn 200.000 kr. eftir, tá skatturin er goldin. Hjá kvinnunum er talið 74 prosent.

Millum nógvu tølini sæst millum annað, at 14 menn, sum hava útbúgving, sum er styttri enn eitt ár eftir fólkaskúlan, hava meira enn hálva millión krónur eftir, tá skatturin er goldin.

Eingin kvinna er so væl fyri.

Og heldur eingin kvinna, sum hevur miðnám ella yrkisútbúgving ella miðhøga útbúgving, hevur meira enn hálva millión í tøkari inntøku um árið, hjá monnum eru tølini ávikavist 66 og 194.

Eisini hjá teimum, sum hava hægstu útbúgving, eiga menninir meira eftir at brúka.

Í tí bólkinum hava 34 menn og sjey kvinnur meira enn hálva millión eftir á kontuni, tá land og kommunur hava fingið sítt.  

Inntøkur í hesum hagtølunum eru lønarinntøka, inntøka av egnum virki, kapitalinntøka, pensjónsinntøka, veitingarinntøka og studningur.
            

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117