Fyrilestur um ESstríðið

Fyrilestur um ESstríðið
"Handan leiktjøldini í altjóða gerðarrættarmálunum millum Føroyar og ES," er heitið á fyrilestri, sum Bjørn Kunoy skal halda í Norðurlandahúsinum
BJørn Kunoy skal halda fyrilestur um ESstríðið
 
27.10.2014 - 08:42

Í stríðnum um felags umsiting av uppsjóvarfiski fekk ES sær til vega eina heimildarreglugerð, so at møguligt skuldi verða hjá ES at seta í verk handilstiltøk ímóti triðjalondum, um ósemja tók seg upp um felags umsitingarskipanir av ferðandi fiskastovnum. Sum ein avleiðing av áhaldandi hóttanum um at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum, avgjørdu Føroyar í august 2013, við støði í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða, at kæra ES fyri ein tvungnan gerðarrætt. Hetta skrivar Føroya Fróðskaparfelag í tíðindaskrivi

Bjørn Kunoy stóð á odda fyri hesum arbeiði, og hann fer í fyrilestrinum at greiða frá teimum hendingum, ið lógu til grundar fyri avgerðini at seta í verk hesi altjóða gerðarrættarmál. Eisini verður greitt frá teimum nógvu avbjóðingunum, ið stóðust av hesum.

Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum 5. november

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244