Samgongan tekur ikki undir við tiltøkum at lækka prísir

Samgongan tekur ikki undir við tiltøkum at lækka prísir
Andstøðuflokkarnir í vinnunevndini halda hinvegin, at tað er ein skylda hjá politisku skipanini at gera tað, sum gerast kann, til tess at lækka kostnaðarstigið

08.03.2012 - 16:12

Samgonguflokkarnir í vinnunevndini taka ikki undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum um politisk tiltøk, sum kunnu lækka prísirnar í Føroyum.

Alffed Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim og Bjarni Djurholm mæla hinvegin løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Vinnunevndin hevur m.a. havt fund við Hera á Rógvi, sum gjørdi kanningina um prísstøðið í Føroyum, Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og umboð fyri handilsvinnuna.

Kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar eru millum dýrastu lond í Evropa.

Andstøðan í vinnunevndini, Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Janus Rein, tekur undir við uppskotinum. Tey siga, at matvørur, gerandisvørur, ferðaseðlar og tænastur kosta ov nógv, og tað má gerast bíligari at virka og liva í landinum.

Andstøðuflokkarnir í vinnunevndini halda, at tað heilt einfalt er ein skylda hjá politisku skipanini at gera tað, sum gerast kann, til tess at lækka  kostnaðarstigið.

Av tí at tað sambært tingskipanini ikki ber til samtykkja uppskotið frá Javnaðarflokkinum, soleiðis sum tað er orðað, mæla Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Janus Rein til at broyta uppskotið soleiðis, at tað í staðin verður heitt á landsstýrið um at leggja fyri tingið eina frágreiðing við tilmælum um, hvørji ítøkilig politisk tiltøk skulu til fyri at lækka prísstøðið í Føroyum.

Málið kemur til aðru viðgerð í tinginum fyrrapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770