Lærarar verjast móti harðskapi

Lærarar verjast móti harðskapi
Føroya Lærarafelag gjørt uppskot til leiðreglur, sum skulu galda, tá ið lærarar eru fyri harðskapi ella hóttanum
Nú koma nýggjar leiðreglur at verja lærarar móti harðskapi
Mynd: Savnsmynd  
 
28.10.2014 - 08:59

Uppskotið verður í løtuni ummælt hjá skúlaleiðarafelagnum, og skal viðgerast á álitisfólkaskeiði seinni í heyst, áðrenn tað verður sent limunum til kunningar.

Leiðreglurnar hava til endamáls at skapa fastar mannagongdir, tá næmingur fremur harðskap ella kemur við hóttanum mótvegis lærarum. 

Tað er ein vaksandi trupulleiki, at lærarar eru fyri harðskapi í starvi sínum, og tað er oftast næmingar, sum fremja harðskapin. Hetta er ein gongd, sum hevur tikið dik á seg síðstu 20 árini, og tí er tað umráðandi, at harðskapurin verður fráboðaður hvørja ferð, skrivar Herálvur Jacobsen formaður í Føroyar Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. 

Í høvuðsheitum snúgva leiðreglurnar seg um, at lærarin alt fyri eitt skal biðja um hjálp frá einum starvsfelaga um hann verður álopin. Síðani skulu boð sendast til skúlaleiðsluna og álitisfólki. 

Harðskapurin skal altíð fráboðast til skúlaleiðsluna, men talan kann eisini verða um at fara til Arbeiðseftirlitinum, og í summum førum til løgregluna. Hetta síðsta skal tó umhugsast væl, tí talan kann verða um børn, sum hava serligan tørv og serligan atburð, og tá verður løgreglan sjálvdan blandað uppí, skrivar Herálvur Jacobsen. 
 
Leiðreglurnar fata eisini um næmingin, sum fremur harðskapin. Foreldrini hjá næminginum skulu kunnast sum skjótast og kallast inn til samrøðu við skúlaleiðaran, og avgerast skal hvørjar avleiðingar harðskapurin ella hóttanin skal hava fyri næmingin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210