- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 ára gamal varðhaldsfongslaður í Eysturríki
Drongurin skal, sambært myndugleikunum, hava havt ætlanir um at leggja bumbu á almennum staði í landinum og síðani melda seg upp í víðgongda hernaðarliga bólkin, Islamskur Statur, í Sýria.
14 ára gamli drongurin er turkiskur ríkisborgari, men hevur búð í Eysturríki í fleiri ár. Løgreglan hevur hildið vakið eyga við dronginum síðani fyrst í hesum mánaðinum.
Hann varð handtikin týsdagin, og varðhaldsfongslaður ígjár, upplýsir løgreglan.
- Hann játtaði, at hann hevði ætlanir um at fara til Sýria, og at hann á internetinum leitaði eftir framferðarháttinum til at gera skipan við spreingievni, sigur talskvinnan fyri ríkisákæran í Sankt Pølten-økinum í Nieder-østerreich.
- Illgruni er um, at hann luttekur í einum yvirgangsfelagsskapi.
Drongurin skal hava víst víðgongda hernaðarliga bólkinum, Islamskur Statur, sín stuðul, og ynskti at sleppa til Sýria at stríðast fyri bólkin.
Sambært løgregluni hevði hann ætlanir um at spreingja bumbu við eina av stóru tokstøðunum í høvuðsstaðnum, Wien og á øðrum almennum støðum.
Myndugleikarnir í Eysturríki kanna umleið 150 persónar, sum eru farnir úr Eysturríki til Irak og Sýria fyri at hjálpa hernaðarligum bólkum, sum stríðast har.
Fleiri lond í Vesturheiminum royna at fáa tamarhald á hóttanunum frá persónum, sum hava verið í kríggi í Sýria ella í Irak. Tí stúrt verður fyri, at teir eru vorðnir víðgongdari, tá teir koma heimaftur.