- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin skattur á internetnýtslu í Ungarn

Fíggjarmálaráðharrin í landinum almannakunngjørdi í farnu viku uppskot, sum skuldi áleggja fólki 3,50 kr. í skatti á hvørt gigabeit sum tey nýta. Tað skuldi vera neyðugt fyri at fáa fíggjarætlanina fyri næsta ár at hanga saman, segði hann.
Uppskotið fekk øði í fólk, og fólk í túsundatali hava mótmælt í høvuðstaðnum, Budapest.
Eygleiðarar siga, at uppskotið ikki bert hevði til endamáls at fáa fleiri pengar til vega, men ein roynd at trýsta andstøðuna í landinum.
ES hevur funnist hvassliga at ætlanini, tí eingin meingin er í at skatta nýtsluna av alnetinum, er sjónarmiðið hjá ES.
Nú hevur so forsætisráðharrin gjørt av at koyra uppskotið í skuffuna, og ikki leggja tað fyri tjóðartingið.


























