Sendur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar

Sendur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar
Stutt fyri klokkan fimm í morgun fór eitt flogfar úr Vágum til Keypmannahavnar við manninum, sum brendist, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík
Ein 60 ára gamal maður varð sendur niður á Ríkissjúkrahúsið í morgun, eftir at eldur kom í hús hansara í Klaksvík mánakvøldið
 
04.11.2014 - 11:16

Maðurin, sum er 60 ára gamal, varð í morgun fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Maðurin brendist illa, tá eldur kom í hús hansara í Klaksvík seint mánakvøldið.

Tað var um ellivu-tíðina í gjárkvøldið, at fólk, sum komu fram við einum tvíhúsum á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, sóu, at eldur var í húsunum.

SÍ EISINI Eldur í køki maður funnin uttan vit og brendur

Eldurin var í køkinum, og maðurin, sum býr í húsunum, varð funnin, har hann lá á gólvinum við dyrnar út í gongina. Hann var tá uttan vit og illa brendur. Maðurin varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík og haðani á Landssjúkrahúsið.

Tíðliga í morgun varð maðurin so fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Politiið fer í dag at kanna húsini fyri at finna orsøkina til eldsbrunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949