Bárður hevur bjargað fólki í Miðjarðarhavinum

Bárður hevur bjargað fólki í Miðjarðarhavinum
Norska skipið Bourbon Orca hevur fleiri ferðir verið uppi í bjargningartiltøkum, tá bátar við flóttafólki eru komnir í havsneyð.
 
21.11.2014 - 13:30

 

Bárður Nielsen í Skopun er elektrikari á norska skipinum Bourbon Orca, og teir hava fleiri ferðir í summar og í heyst tikið nógv flóttafólk upp, fólk, sum í skirvisligum bátum verða sigld úr Norðurafrika til Evropa, har tey vóna at fáa eitt betri lív uttan krígg og fátækdømi.

Seinasta árið hava skip í Miðjarðarhavinum tikið meira enn 100.000 flóttafólk upp, og  Amnesty International heldur, at higartil í ár eru 2.500 fólk deyð á ferðini, og tað talið er metstórt, verður sagt.

Hevur skrivað frágreiðing

Bárður hevur skrivað frágreiðing til norska reiðaríið um tær hendingar, honum og manningini á Bourbon Orca hava verið fyri í summar við myndum, ið eru tiknar, tá teir hava bjargað ella hjálpt fólki.

Bourbon Orce er liggur hjá einum oljuboripalli í Miðjarðarhavinum, men hoyra teir neyðarkall ella verða bidnir um at fara til hjálpar,  

Í løtuni er Bárður heima, og í kvøld fer hann at siga frá tí, hann og manningin á ankar- og veitingarskipinum Bourbon Orca hava verið fyri, meðan  í Miðjarðarhavinum.

Vertur í Vangamyndini er Bogi Godtfred.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379