Bjóða nólsoyarferjuna út í januar

Bjóða nólsoyarferjuna út í januar
Nýggja skipið skal taka 170 fólk um summarið og 90 veturin. Pláss verður fyri 10-12 persónbilum og tveimum lastbilum
Ternan røkir Nólsoyarleiðina, til nýggja skipið kemur
 
21.11.2014 - 16:00

Arbeiðið at byggja nýtt skip til Nólsoyarleiðina verður boðið út í januar, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins.

Verkætlanin, sum Knud E. Hansen ger, verður liðug í desember, og síðani verður útbjóðingartilfarið gjørt.   

Løgtingið samtykti síðst í februar í fjør, at ferja skal byggjast til siglingina um Nólsoyarfjørð. 

Í mesta lagi 50 mió. kr.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk heimild frá løgtinginum at brúka í mesta lagi 50 milliónir krónur til ferjuna, sum tá, í februar í fjør, eftir ætlan skuldi setast í sigling í 2015. 

Tilfarið, sum skipasmiðjurnar kunnu bjóða eftir, skuldi vera liðugt í september í fjør.  

Nýggja nólsoyarferjan skal taka 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10-12 persónbilum og tveimum lastbilum.

Ternan røkir Nólsoyarleiðina, til nýggja skipið kemur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040