Sámal Erik Hentze givin í B36

Sámal Erik Hentze givin í B36
Føroyameistararnir, B36, skulu hava nýggjan venjara. Sámal Erik Hentze er givin í starvinum
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
24.11.2014 - 20:14

Ein bumba brast í føroyskum fótbólti í kvøld. Heimasíðan hjá B36 skrivar, at venjarin, Sámal Erik Hentze er givin í starvinum.

Sámal Erik Hentze, sum varð valdur til ársins venjara fríggjakvøldið, hevur boðað leiðsluni í B36 frá, at hann tekur frí frá fótbólti í eitt ár.

Ikki tíð at vera stjóri og venjari ísenn

Sámal Erik Hentze sigur við b36.fo, at hann hevur ikki tíð at reka sína fyritøku og at røkja venjarastarvið samstundis

- Eg havi eina hampuliga stóra fyritøku, sum krevur sín stóra lut. Har hava vit úr at gera, og vit hava fingið fleiri stór arbeiðir til komandi árið. Hetta hevur við sær, at tíðin ikki røkkur til bæði stjóra- og venjarastarvið.

- Eg havi fyri langari tíð síðani gjørt upp við meg sjálvan, at kann eg ikki vera heilur, har eg eri, so er tað betri, at onkur annar tekur yvir, sigur Sámal Erik Hentze við b36.fo

Sámal Erik Hentze er stjóri í Húsavarðatænastuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472