- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vestmanna lækkar skattin
Vestmanna lækkar skattin
Vestmenningar skulu rinda eitt prosent minni í kommunuskatti næsta ár

Eitt samt bygdaráð samtykti í gjár at lækka kommunuskattin í Vestmanna
Mynd: Savnsmynd
28.11.2014 - 14:16
Á fundi í gjárkvøldi samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2015, og ein raðfesting er, at kommunuskattaprosentið fer úr 23 niður í 22 prosent.
Lækkingin svarar til eini fýra prosent av samlaðu skattainntøkunum hjá Vestmanna kommunu, ella 1,7 milliónur krónur.
- Vestmanna Kommuna hevur minkað um sínar útreiðslur, samstundis sum skattainntøkurnar eru vaksnar, og hetta síggja vit sum ein gyltan møguleika at lætta um hjá vestmenningunum, sigur Pauli Petersen, borgarstjóri, í fráboðan frá kommununi.
Tað var eitt samt bygdarráð, sum í gjárskvøldið samtykti at lækka kommunuskattin í bygdini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV