- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólborg og Poul sleppa ikki í Hægstarætt
Virðisbrøvini, sum Sólborg Dulavík og Poul Michelsen keyptu eftir ráðum frá Eik mistu alt virðið, tá amerikanski bankin Lehman Brothers fór á heysin hálvan september í 2008.
Sólborg Dulavík og Poul Michelsen stevndu Eik Banka, tí Eik keypti Kaupting í Føroyum í 2007.
Men sambært Eystara landsrætti heftir Eik ikki fyri virðisbrævasølurnar hjá Kauptingi, og tí er Eik Banki frídømdur.
Proces-bevillings-nævnet, sum skal geva loyvi til at fara í Hægstarætt, helt ikki, at málini eru nóg prinsipiell til at fara í Hægstarætt.
Brandur Ellingsgaard, advokatur, hevur 10 aðrar stevningar móti Eik Banka liggjandi í Føroya rætti. Sakarkrøvini eru samanløgd 18 milliónir krónur. Brandur Ellingsgaard sigur, at hann nú tosar við tey, hann hevur stevnt fyri, um stevningarnar skulu takast aftur.
Trý av hesum málum eru sum málið hjá Poul Michelsen. Har segði Føroya rættur, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 krónur í endurgjaldi umframt rentu, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehman Brothers, sum tá var farin at ridla.
Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til IKKI at sleppa sær av við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehman Brothers á heysin.
Føroya rættur segði, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. Niðurstøðan var, at Eik heftir fyri sín ráðgeva og skuldi tí gjalda Poul Michelsen 318.000 krónur umframt 33.000 krónur í sakarkostnaði, segði Føroya rættur.
Men Landsrætturin frídømdi Eik fyri hetta.
Skulu hini trý sakarmálini roynast í Føroya rætti, krevst, at tey, sum stevna, kunnu prógva, at ráðgevarnir hjá Eik áttu at vitað, hvønn vegin tað bar hjá Lehman Brothers, tveir mánaðir, áðrenn bankin fór á heysin.