Hedvig Jóhansdóttir stjóri í Dugna

Hedvig Jóhansdóttir stjóri í Dugna
39 umsóknir vóru til starvið
Mynd: Dugni.fo  
 
01.12.2014 - 14:14

Stýrið fyri Dugna hevur sett Hedvig Jóhansdóttur sum stjóra.

Hedvig Jóhansdóttir er 40 ára gomul, og hon er útbúgvin kandidatur í námsfrøðiligari sálarfrøði. 

Hedvig Jóhansdóttir hevur arbeitt sum námsfrøðingur, stovnsleiðari, deildarleiðari í Verkskúlanum og Verkstøðunum hjá Dugna og sum leiðari í skúlanum hjá Dugna við Áir. Í løtuni er hon fyribilsstjóri í Dugna. Hedvig Jóhansdóttir tekur við stjórastarvinum 1.januar. 

39 umsóknir

39 umsóknir vóru til starvið sum stjóri í Dugna. 

Stjórastavrið varð leyst, tá Kristina Toftegaard Larsen fór í annað starv tann 1.november. 

Dugni er sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. 

Endamálið hjá stovninum er at endurbúgva fólk, sum eru vinnutarnað, so tey kunnu fara undir útbúgving ella í arbeiði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373