Inntøkuvøkstur skal mótroknast í blokkinum næsta ár

Inntøkuvøkstur skal mótroknast í blokkinum næsta ár
Samgonguflokkarnir eru samdir um, at heildarveitingin úr Danmark skal ongantíð fara niður um 615,5 milliónir krónur í hesum samgonguskeiðnum

17.02.2012 - 09:27

Tá samráðingar verða við ríkismyndugleikarnar um heildarveitingina fyri 2013, skal inntøkuvøksturin í 2011 mótroknast við 15 prosentum í veitingini.

Tað siga samgnguflokkarnir í fíggjarnevndini í álitinum til uppskotið um blokkstuðulin fyri í ár, sum kemur til 2. viðgerð í tinginum fyrrapartin.

Meirilutin sigur, at semja er eisini um, at ríkisveitinginum í hesum samgonguskeiðnum skal ongantíð fara niður um 615,5 milliónir kr., sum varð upphæddin, áðrenn hann varð prístalsviðgjørdur.

Samgongan er samd um, at í ár verða 15 prosent av vøkstrinum av vanligu meirinntøkunum hjá landskassanum ikki mótroknað í prístalsviðgerðini.

Samgonguflokkarnir mæla til at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum um at hækka ríkisveitingina úr 615,5 milliónum krónum upp í 624,1 millión krónur, sum danska stjórnin og landsstýrið hava avtalað.

Málið um blokkstuðulin er á skránni á tingfundinum, sum byrjar klokkan hálvgum tíggju.

Mynd: Bárður Nielsen er formaður í fíggjarnevndini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542