- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark krevur Norðpólin

Danmark handar í dag krav sítt til ST um at fáa ræði á 895-túsund ferkilometrum av havbotni í Arktis. Økið røkkur heilt upp til sjálvan Norðpólin. Russland, Kanada og USA krevja eisini at fáa part av sama øki, eins og Noreg eisini krevur at fáa ræði á stórum parti av Arktis.
- Tað er óvanligt at fáa høvi at broyta síni landammørk og gera okkara land og ríkisfelagsskap størri. Tess størri vit eru, tess størri eru møguleikarnir at gera okkara ávirkan galdandi í heiminum, sigur Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri við NRK.
Hann heldur, at grundin til, at so mong krevja at fáa júst Norðpólin er súmbolski týdningurin, sum hann hevur, og ikki tí har er serliga stórt náttúrutilfeingi.
Kristian Søby Kristensen, serfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, metir, at danska kravið hevur góðar møguleikar at koma ígjøgnum.
- Vit fáa neyvan fult hús, men sannlíkt er, at partar av kravinum verða góðkendir, sigur hann.



























