Eingin sigling jóladag

Eingin sigling jóladag
Tey trý feløgini, sum hava sáttmálar á økinum, nokta sínum limum at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins 1. jóladag.
 
22.12.2014 - 17:41

Orsøkin er, at partarnir kunnu ikki semjast um samsýningina fyri siglingina. Hetta boða fakfeløgini frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Strandfaraskip Landsins hava givið manningunum boð, at strandfaraskipini skulu sigla 1. jóladag. 

Samráðingar hava verið millum fakfeløgini, sum hava limir umborð á skipunum og arbeiðsgevararnar, um heimild er at boðsenda fólki til arbeiðis jóladag, og um hvussu hettar skal samsýnast. 

Men tað hevur ikki eydnast pørtunum at finna semju.

Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið vísa á, at tað hevur ikki verið siglt jóladag, og at arbeiði hendan dag tí ikki er fevnt av sáttmálunum, sum feløgini hava við landið

Av tí at eingin semja er fingin í lag um samsýning fyri siglingina, nokta feløgini limum sínum at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins jóladag. 

Forboðið er galdandi frá kl. 00.00 til kl. 24.00 jóladag 25. desember 2014.

Meira í útvarpstíðindunum klokkan 18.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210