Jobmatch 2014 byrjar klokkan 13

Jobmatch 2014 byrjar klokkan 13
Afturvendandi tiltakið Jobmatch er í Norðurlandahúsinum í dag, og aftur í ár setur Jobmatch met
Jobmatch verður sett kl 13 í dag í Norðurlandahúsinum
 
30.12.2014 - 11:34

35 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur eru við, og tað er tað mesta nakrantíð. Í fjør vóru eisini nógvar fyritøkur til tiltakið, tá vóru tær 32 í tali.

Eisini hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, sum er ein óbindandi samrøða við fyritøkurnar. Meira enn 250 samrøður eru bílagdar, áðrenn Jobmatch letur dyrnar upp í dag, og tað er met.

Endamálið við Jobmatch er at skapa og halda viðlíka sambandið millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar. Eisini er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevni til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum.

Tiltakið byrjar klokkan 13 í dag, og møguleiki er hjá fólki at tosa við fyritøkur, stovnar og kommunur til klokkan 19. Klokkan sjey í kvøld verður kvøldseta. Høgno Lisberg fer at syngja og spæla, og síðani verður politiskur kjakfundur um Heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur. Við pallborðið sita Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og formenn og umboð fyri politisku flokkarnar á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. 

Fundurin verður sendur beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Yvirtlit yvir fyritøkur og stovnar, sum luttaka, sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798