- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framleiðslan hægri enn mett

Í nýggjastu dagføring sum Atlantic Petroleum hevur sent keypsskálunum í Oslo og Keypmannahavn sæst, at framleiðslan hjá føroyska oljufelagnum var nakað hægri í desember, enn tað felagið hevði mett. 2014 gjørdist eisini betri enn mett. Tað skrivar oljan.fo.
Framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var í desembur 56-túsund føt av olju frá Chestnut, Ettrick og Blackbird oljubrunnunum.
Meðalframleiðslan fyri samdøgrið var 1806 føt. Hetta er sindur meir enn væntað. Orsøkin til meir-framleiðsluna er, sambært fráboðanini, at ein brunnur varð boraður fyrr enn ætlað.
Samlaða framleiðslan hjá felagnum í 2014 var 587.000 føt ella 1.608 føt um dagin. Frammanundan metti Atlantic Petroleum at framleiðslan í 2014 fór at liggja millum 1520 og 1600 føt um dagin.



























