- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja geva sjúklingum fleiri møguleikar

Franski forsetin, Franscois Hollande, sigur, at eftir at aktiv deyðshjálp hevur verið loyvd í Fraklandi í 10 ár, eigur landið nú at fara eitt stig víðari. Og tað er at geva sjúklingum møguleika fyri at fáa djúpa og áhaldandi doyving,- so at tey verða løgd í pínuleysan svøvn áðrenn tey doyggja.
- Tað verður sjúklingurin, sum skal taka av tilboðnum, sigur forsetin.
Lógaruppskotið verður lagt fram sum eitt millumting millum passiva og aktiva deyðshjálp, og uppskotið kemur í kjalarvørrinum á drúgva kjakinum um virðiligan deyða.
Lógaruppskotið er lagt fram eftir áheitan frá tveimum limum í tjóðartinginum, - einum sosialisti og einum borgarligum, sum í fjør vóru bidnir um at skriva frágreiðing um evnið.
Teir leggja dent á, at talan ikki er um deyðshjálp, men er eitt ískoyti til passiva deyðshjálp.
Ískoyti til aktiva deyðshjálp
Í Fraklandi hava sjúklingar - ella avvarðandi hjá sjúklingum, sum eru í koma, síðani 2005 kunnað biðið um, at viðgerðin og røktin verður steðgað, um sjúklingurin hevur álvarsliga og ólekiliga sjúku.
Aftrat hesum slagi av passivari deyðshjálp, kunnu sjúklingar nú, um uppskotið veður samtykt, biða um so sterka pínustillandi viðgerð, at tey fella í djúpan søvn og hava ongan pínu til tey doyggja.
Í Danmark - eins og í nøkrum øðrum evopiskum londum, vísa franskar meiningakanningar, at stórur partur av fraklendingum vilja taka stigið víðari og seta í verk aktiva deyðshjálp, soleiðis sum hon er í Sveis.




























