Dómur um pensjón útsettur

Dómur um pensjón útsettur
Dómur í málinum millum Føroya Fiskimannafelag og Óla Jacobsen, í málinum um pensjónina hjá Óla Jacobsen, er útsettur til 23. januar
Dómur skuldi fella í gjár, 5. januar, í málinum har Óli Jacobsen hevur stevnt Føroya Fiskimannafelag, eftir at felagið tók pensjónina frá honum
 
06.01.2015 - 09:28

Dómarin hevur biðið um útsetingina, og samstundis hevur hann heitt á partarnar um at útvega sær nøkur skjøl afturat, ið hann metti manglaðu, áðrenn dómur verður sagdur. Tí er dómur í málinum fyribils útsettur til 23. januar, skrivar in.fo.

Óli Jacobsen hevur stevnt Føroya Fiskimannafelag, eftir at felagið tók pensjónina frá fyrrverandi formanninum. Fiskimannafelag ákærdi Óla Jacobsen fyri at verða illoyalur, eftir at hann, eftir teirra tykki, vitnaði fyri reiðarafelagið og ímóti Fiskimannafelagnum í einum rættarmáli.

Málið um pensjónina var fyri í Føroya rætti í desember mánaði. Dómur skuldi fella 5. januar, men er nú útsettur fyribils til 23. januar, skrivar in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854