Jagstra yvirgangsmenn í Norðurfraklandi

Jagstra yvirgangsmenn í Norðurfraklandi
Í løtuni jagstra servandar herdeildir og løgregla yvirgangsmenninar, ið myrdu tólv fólk í París mikudagin, í Norðurfraklandi
Servandar herdeildir og løgregla jagstra í løtuni tveir menn, ið eru undir illgruna at hava myrt tólv fólk í yvirgangsatsóknini í París mikudagin, í Norðurfraklandi (á kortinum)
Mynd: Kort: Google Maps  
 
08.01.2015 - 16:03

<p>Sambært tíðindastovuni, AFP, jagstra myndugleikarnir í Fraklandi í løtuni tveir brøður í Norðurfraklandi, ið eru undir illgruna fyri at hava staðið fyri álopunum í París í gjár.</p>

<p>Starvsfólk á eini bensinstøð í Norðurfraklandi siga seg vera vís í, at tey hava sæð teir báðar menninar, ið eru eftirlýstir fyri álopini á blaðið Charlie Hebdo mikudagin.</p>

<p>Eftirlýstu menninir hava, sambært BBC, rænt og stolið bensin á bensinstøðini. Harumframt loystu teir skot av, áðrenn teir flýggjaðu í einum bili.</p>

<p>Løgreglan í Villers-Cotterets, har menninir eru sæddir, hevur stongt allar vegir í royndini at handtaka teir báðar brøðurnar, ið eru undir illgruna.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229