- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hans Jørgen hevur biðið um umbering
Teir báðir, Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus, eru komnir víðari frá hendingi í venjingardystinum millum HB og Víking.
Pól Ingason varð sligin í andlitið, og hann fór á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann hevði brotið nøsina.
Hans Jørgen Djurhuus ringdi til Poul Ingason
Sosialurin skrivar í dag, at Hans Jørgen hevur biðið Poul Ingason um umbering.
- Eg ringdi til Poul Ingason dagin eftir, og havi biðið um umbering.
- Eg eri keddur av, at hann breyt nøsina, tað var als ikki meiningin, sigur Hans Jørgen Djurhuus við Sosialin.
Umberingin góðtikin
Sosialurin hevur eisini tosað við Poul Ingason, og hann hevur góðtikið umberingina.
- Eg havi tosað við Hans Jørgen Djurhuus, og fingið eina umbering. Hana havi eg góðtikið.
- Hetta er tað sum kann henda í einum fótbóltsdysti, sigur Poul Ingason við blaðið.
Sosialurin hevur longri samrøður við teir báðar, sum kunnu lesast í dagsins útgávu.
Kann vænta sær leikbann
Forsetin í FSF, Christian Andreasen, hevur sagt við útvarpið, at kannað verður, hvat kann gerast við málið.
Hann segði, at í løtuni kannar FSF, hvat í onnur fótbóltssambond gera í slíkum støðum.
Í Føroyum er nú einaferð soleiðis, at tá hugt verður aðrastaðni, verður ofta hugt til Danmarkar fyrst, og har eru reglur á økinum.
Danska Fótbóltssambandið gevur vanliga ikki leikbann fyri reyð kort í venjingardystum, men undantøk eru, tá eitt eitt nú harðskapur er orsøkin.
Á heimasíðuni hjá DBU stendur soleiðis um Disciplinære bestemmelser:
Der tildeles som udgangspunkt ikke karantæner for forseelser i træningskampe, der medfører advarsel eller udvisning.
Dog undtaget forseelser, som i indberetningen fra kampens dommer og/eller af Disciplinærudvalget, vurderes som særlig voldsom adfærd.
Tv-optagelser kan indgå som dokumentation i sagsbehandlingen.
Løgreglan kannar málið
Løgreglan kannar í løtuni eisini málið sum harðskapsmál.
Løgreglan hevur tikið hetta málið upp, tí tað er harðskapur sum fer fram í tí almenna rúminum, segði Jón Kruse, løgreglumaður, við Útvarpið í gjár.
In.fo skrivar í dag, at Poul Ingason hevur fingið boð frá læknanum um, at hann er so mikið meiddur, at hann ikki kann spæla fótbólt í seks vikur.