Rúsdrekkakoyring og harðskapsmál

Rúsdrekkakoyring og harðskapsmál
Løgreglan hevur tikið tveir bilførarar fyri at koyra fullir, og tvey mál um harðskap hava verið um vikuskiftið
 
25.01.2015 - 10:58

Løgfrøðingarnir hjá ákæruvaldinum skulu nú taka støðu til, um ákæra skal reisast í sambandi við tvey harðskapmál um vikuskiftið.

Ein maður, sum er yngri enn 30 ár, sló og sparkaði eina kvinnu í høvdið í miðbýnum í Havn gjáranáttina. Nakað seinni gjørdi maðurin seg aftur inn á fólk. Løgreglan kom á staðið og handtók mannin.

Í Suðuroy var eisini eitt mál um harðskap. Har hevði ein maður, sum eisini er yngri enn 30 ár, sligið eina kvinnu. Í báðum førum eru menninir skuldsettir og avhoyrdir, og ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um ákæra skal reisast móti teimum.

Koyrdu fullir

Tveir menn eru eisini tiknir fyri at koyra fullir um vikuskiftið. Annar í Klaksvík, har løgreglan gjørdi grein 13-kanningar í Norðoyatunlinum, og hin varð tikin í Havn. Teir eru um 50 ára aldur.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Kristjan Martin Joensen, sigur, at báðir missa koyrikortið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210