Flestu vilja verða lækni

Flestu vilja verða lækni
Flestu miðnámsskúlanæmingar, sum longu hava avgjørt, hvat tey ætla sær at lesa, vilja verða lækni, vísir kanning
Flestu miðnámsskúlanæmingar í Føroyum vilja verða lækni, vísir kanning, sum Føroya Handilsskúli gjørdi
 
29.01.2015 - 09:58

72 føroyskir miðnámsskúlanæmingar ætla sær at lesa til lækna. Tað vísir kanningin, sum Føroya Handilsskúli gjørdi. 14,5 prosent svaraðu læknavísindi og 12,5 prosent, 62 næmingar, svaraðu búskaparfrøði.

Náttúruvísindi eru á triðja plássi við 8,7 prosentum. Tey, sum gjørdu kanningina, halda tað vera løgið, at bara átta næmingar valdu sjóvinnu og 12 teldufrøði.

Humaniora og mál lítlan áhuga

Humaniora og mál tykjast heldur ikki hava tann stóra áhugan hjá teimum ungu í Føroyum. Men 36,8 prosent hava ikki tikið støðu ella ætla sær at lesa okkurt annað enn teir møguleikar, sum vórðu nevndir í spurnarblaðnum, sum 495 miðnámsskúlanæmingar svaraðu.

Hóast nógv longu hava avgjørt, hvat yrki, tey kunnu hugsa sær, hevur tann størra helvtin, 58 prosent, ikki avgjørt, júst hvørjari útbúgving, tey ætla sær eftir. Og tí hava tey flestu eisini hug at bíða eitt ár ella meira, áðrenn tey halda fram eftir miðnámsskúlan.

Bara góð 26 prosent ætla sær at halda fram alt fyri eitt. Undirtøkan fyri kanningini hjá Føroya Handilsskúla var óvanliga góð, bara átta av teimum spurdu svaraðu ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210