Samferðslan darvað og skúlar stongdir

Samferðslan darvað og skúlar stongdir
Bygdaleiðir avlýsa túrar, og fleiri skúlar kring landið hava avlýst skúlagongdina í dag, nú vindur og vánalig líkindi eru ymsastaðni
Allar leiðir hjá Bygdaleiðum hava í morgun avlýst koyringina uttan leiðirnar í Sandoy og Suðuroy, nú nógvur vindur og vánalig koyrilíkindi eru ymsastaðni kring landið

30.01.2015 - 08:01

Ringa veðrið darvar aftur samferðsluni kring landið og fleiri skúlar hava boðað frá, at skúlagongdin er avlýst í dag í vánaliga veðrinum.

Flestu leiðirnar hjá Bygdaleiðum eru eisini avlýstar. Tað eru bert leiðirnar í Suðuroy og Sandoy, ið ikki hava avlýst koyringina fyribils.

Tríggir skúlar fyribils avlýst

Tríggir skúlar hava fyribils avlýst skúlagongdina í dag. Hvalvíkar skúli, Fuglafjarða skúli og Handils- og studentaskúlin á Kambsdali hava avlýst skúlagongdina í dag.

Hálka, krapi, vánalig koyrilíkindi og fitt av vindi er kring landið. Í Syðradali vóru 39 m/s klokkan 7:27, meðan seks vindmátarar hjá Landsverki klokkan 8 vístu vindferð omanfyi 30 m/s.

Sambært veðurforsøgnini líður nakað út á dagin áðrenn veðrið verður frægari, segði Alix Rasmussen, veðurfrøðingur, í Góðan morgun Føroyum beint áðrenn klokkan 8 í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210