Tveir menn handtiknir fyri yvirgangsætlanir

Tveir menn handtiknir fyri yvirgangsætlanir
Løgreglan í Avstralia hevur forðað fyri einum yvirgangsálopi, ið eftir ætlan skuldi verða framt í Sydney í gjár, týsdagin
Løgreglan í Avstralia hevur handtikið tveir menn í Fairfield, uttanfyri Sydney, tí menninir høvdu ætlanir at fremja yvirgang í Sydney
Mynd: AP  
 
11.02.2015 - 09:14

Avstralska løgreglan upplýsir í morgun, at hon hevur forðað einum yvirgangsálopi, ið skuldi verða framt í avstralska stórbýnum, Sydney, skrivar tíðindastovan, AP.

Tveir menn vórðu í gjár handtiknir í býnum Fairfield, uttanfyri stórbýin Sydney. Í heiminum hjá monnunum fann løgreglan vápn, millum annað fleiri knívar.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað var ein ónevnd fráboðan til løgregluna, ið gjørdi at løgreglan kundi handtaka teir báðar menninar. Løgreglan bar skjótt at, eftir at fráboðanin kom, og handtók tveir menn, 24 og 25 ár, fyri yvirgangsætlanir.

Tá menninir vórðu handtiknir fann løgreglan eisini eitt heimagjørt flagg við búmerkinum hjá Islamiskum stati. Nú verður kannað um teir handtiknu menninir hava samband við Islamiskan stat.

- Vit hava illgruna um, at menninir høvdu ætlanir at særa onnur fólk, eisini at drepa onnur fólk, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært tíðindastovuni, Associated Press.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423