Oljuprísurin hækkar aftur

Oljuprísurin hækkar aftur
Vápnahvíldaavtalan í Ukraina og ES-avtalan við Grikkaland um griksku skuldina, er orsøkin til hækkandi oljuprísirnar
Oljuprísurin á veg uppeftur
Mynd: savnsmynd  
 
13.02.2015 - 09:29

Oljuprísurin hækkar aftur, og er nú tann hægsti, higartil í ár. Í morgun verður ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri slakar 60 dollarar, og so høgur hevur prísurin ikki verið í ár. Ein tunnav av olju úr USA, verður seld fyri góðar 51 dollarar fyri tunnuna.

Orsøkin til hækkandi oljuprísin er, at tað í gjár eydnaðist at gera eina semju um vápnahvíld í Ukraina, og at Grikkaland og ES-londini fara at tosa um at finna eina semju um griksku skuldina. At semja fekst um eina vápnahvíld í Ukraina, fer at hava við sær, at ES-londini sum frálíður fara at linka tiltøkini sum eru sett í verk ímóti Ruslandi.

Tiltøkini hava tyngt búskapin í londunum í Europa og í Ruslandi. gerast viðurskiftini betri, so fer eftirspurningurin eftir olju at vaksa, siga eygleiðarar. Útlit eru eisini fyri, at Týskland og Grikkaland fara at semjast um griksku skuldina, og tað fer at hava við sær, at stríðið í samstarvinum um evruna, fer at linka.

Grikkaland hevur boðað frá, at landið er sinnað at tosa við lánsveitaranar um skuldina, og Grikkaland skal í dag á fund við ES-nevndina og Altjóða Valutagrunnin, IMF, fyri at umrøða skuldarspurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558