- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rognkelsi brúkast sum reinsifiskur

Tað sæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Rognkelsini verða nýtt at týna laksalýs við, tí tað vísur seg, at rognkelsi eta laksalýs. Rognkelsi verða sett út saman við laksinum. Enn er lítil vitan um, hvussu rognkelsini fara at trívast og vaksa í alibúrunum. Í treytunum fyri at brúka rognkelsi er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa. Harafturat er dentur lagdur á, at um nýggj vitan kemur fram um ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan seta herdar treytir ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út. Treyt er eisini sett um, at rognkelsini verða tikin aftur, tá laksurin verður tikin. Tí veitir Umhvørvisstovan fyribils bara tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning í eitt framleiðsluumfar til at seta rognkelsi út í aliringarnar.




























