Seinasti framløgudagur í næstu viku

Seinasti framløgudagur í næstu viku
Løgtingsskrivstovan skal hava málini í seinasta lagi nú fríggjadagin
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ætlar, at tingið skal fara til hús 8. mai
 
24.02.2015 - 08:58

Langt hevur verið millum løgtingsfundirnar higartil í ár, tí so fá mál er at viðgera.

Men fríggjadagin í næstu viku er seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni, og eisini í ár koma nógv mál í tingið tann dagin.

Løgtingsskrivstovan skal hava málini í seinasta lagi nú fríggjadagin.

Freistin er tó ikki so knívskorin, at ikki ber til at koma við fleiri málum eftir tann 6.mars. Men tá krevst, at minst 17 tingfólk skriva undir, at málið kann leggjast fram.    

Sambært álmanakkanum hjá løgtinginum ætlar formaðurin, at tingið fer heim fríggjadagin 8.mai. 

Játtanarkarmar

Tá landsstýrið er liðugt við lógaruppskotini, sum skulu latast Løgtingsskrivstovuni fríggjadagin, fer landsstýrið undir játtanarkarmin fyri árini 2016 til 2020. 

Í játtanarkarminum verður ætlaða gongdin í landshúsarhaldinum næstu fimm árini lýst, og landsstýrið hevur uppskot um, hvussu pengarnir skulu býtast millum aðalráðini og hvussu nógv skal brúkast til eitt nú heilsumál, samferðslu og mentamál.

Uppskotið um játtanarkarmin skal vera liðugt fyri 1.apríl. Og síðani skal løgtingið viðgera uppskotið hjá landsstýrinum.

Løgtingsfundur verður í morgin. Tá eru millum annað ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólkini á skránni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533