Sveinur Tróndarson kærir eisini

Sveinur Tróndarson kærir eisini
Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarsyni, sigur seg øtast av niðurstøðuni til dómin
 
25.02.2015 - 15:37

Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaksjónsleiðari á Portalinum, fer at kæra dómin í Føroya rætti til landsrættin. Sambært in.fo fer Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarsyni, at skriva kæruna til Landsrættin longu í kvøld.

Bjørn á Heygum, ið lisið grundgevingarnar hjá dómaranum, sigur seg øtast.

- Dómarin ger eina niðurstøðu undir skeivum treytum. Hann leggur munandi meiri í orðini enn tað, sum tey fýra tíðindafólkini hava skrivað, segði Bjørn á Heygum við Rás 2, sambært in.fo.

Bjørn á Heygum vísir á, at fjølmiðlafólkini ongantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert, men at hann hevur borið seg óregluliga at.

- Dómarin leggur til grund, at tey hava ákært Jørgen Niclasen fyri at gera nakað revsivert, og dømir tey tí fyri ærumeiðing, men tað hava tey ikki gjørt. Tey hava skuldsett hann fyri at snýta, men ikki fyri at gera nakað revsivert, sigur Bjørn á Heygum, sambært in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860