- Tíðindi, mentan og ítróttur
9.400 harur skotnar í 2014
Meira enn 1.200 mans skutu harur í Føroyum í fjør. Tað vísir yvirlit í nýggju frágreiðingini, Haruveiðan í Føroyum 2014, ið er kunngjørd á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.
Tilsamans 9.400 harur vórðu skotnar á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið í 2014, skrivar Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, ið hevur gjørt frágreiðingina.
Vestmenningar raskast
Raskastir vóru vestmenningarnar í Útihaganum á Bjørgum. Teir fingu 214 harur, sum teir skutu á 11 túrum. Teimum á baki komu sørvingarnir í Norðurtriðingi, norðaraparti - teir fingu 203 harur á 14 túrum.
Kanningin vísir, at í fjør vórðu flestu harurnar skotnar í Streymoynni; tilsamans 3.924 harur, sum svarar til slaka helvt av øllum harunum. Hetta er umleið tað sama sum í 2013 og 2012.
Umframt at greiða frá haruveiðuni í Føroyum í fjør, verður eisini í frágreiðingini greitt frá tíðarskeiðinum, tá loyvt er at skjóta harur í Føroyum og hvussu hetta tíðarskeiðið er broytt síðani 1881.
Kunna um úrslitini á harukvøldi
Aftast í frágreiðingini er listi, sum vísir úrslitini frá hvørjum einstøkum av teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gingnir í 2014, skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato.
Mikukvøldið, 11. mars verður alment harukvøld í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Har fer Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, at greiða frá úrslitunum fyri haruveiðina og frá søguligum tilfari um haruveiði í Føroyum.
Tveir royndir harumenn, Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, fara eisini at greiða frá haruskjóting í Vestmanna mikukvøldið í næstu viku.